140x140

Sjókort

Tann 1. januar 2020 fingu føroyingar sjálvir ábyrgdina av at máta upp og kortleggja hav- og siglingarleiðirnar kring Føroyar. Formliga ábyrgdin av málsøkinum varð sostatt yvirtikin - ein ábyrgd, sum higartil hevur ligið hjá danska Geodatastyrelsen.

Umhvørvisstovan væntar at tað tekur nøkur ár at fyrireika eina fullrikna sjókortumsiting, og hevur í hesum viðfangi gjørt eina samstarvsavtalu við Geodatastyrelsen, so siglingartrygdin er í góðum hondum, meðan vit sjálvi byggja neyðugu førleikarnar upp at fyrisita økið.

Samband

Stein Fossá
deildarleiðari
Tlf.: +298 342450
Teldupostur: steinf@us.fo

Sjókort