140x140

Eftirlit á sjónum

Eftirlitið innan havumhvørvið er býtt millum Umhvørvisstovuna, Sjóvinnustýrið og VØRN.

Umhvørvisstovan fremur eftirlit á sjónum sambært kapitul 17 í havumhvørvislógini.

 

Aftursøkking

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at aftursøkking av botntilfari verður framt sambært galdandi reglum.

Aling

Aling á sjónum er dálkandi virksemi, sambært kap. 5 í umhvørvisverndarlógini og fremur Umhvørvisstovan eftirlit við slíkum virksemi sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini, les meira niðanfyri um serliga dálkandi virki.

Burturkast, kloakk og olja - umborð á skipum

Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip sum liggja við bryggju fylgja galdandi reglum um burturkast, kloakk og olju. Vørn hevur eftirlit við, at skip til havs fylgja galdandi reglum um burturkast, kloakk og olju. Les her meira um burturkast frá skipum.

Frálandavirksemi - leitiboring

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við oljuleiting, tvs. at skip og boripallar, sum leita eftir olju á føroyskum øki, fylgja galdandi reglum innan útlát og umhvørvi.

Ozonoyðandi evni

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við ozonoyðandi evnum, m.a. at forboð fyri nýtslu verða hildin.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.

 

 

Eftirlit á landi

Eftirlitið við dálking á landi er býtt millum Umhvørvisstovuna og kommununa á staðnum. Eftirlitið verður fram sambært kap. 7 í løgtingslóg um umhvørvisvernd 

 

  • Umhvørvisstovan hevur eftirlit við serliga dálkandi virkjum og við kommunalum virksemi, t.d. við spillivatnsviðurskiftum. Umhvørvisstovan hevur eisini eftirlit við svimjihyljum og við innflutningi av einnýtisíløtum.
  • Kommunan hevur eftirlit við viðurskiftum hjá borgarum í kommununi, til dømis við óruddi, óljóði, bálbrenning og kloakk- og rottangum. Vinnuligt virksemi, sum ikki er "serliga dálkandi virksemi", er eisini undir kommunalum eftirliti.

 

Serliga dálkandi virki

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við øllum serliga dálkandi virkjum. Bæði teimum, sum hava umhvørvisgóðkenning og teimum, sum eiga at vera, men enn ikki eru, góðkend.

Kommunalt virksemi

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kommunur og kommunalir felagsskapir, røkja sínar skyldur sambært galdandi umhvørvislóggávu.

Einnýtisíløt

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við innflutningi og sølu av einnýtisíløtum. Harumframt hevur Umhvørvisstovan eftirlit við, at handlar og onnur taka ímóti tómu íløtunum.

Svimjihyljar

Vegna Umhvørvisstovuna fremur Heilsufrøðiliga starvsstovan eftirliti við kommunalum svimjihyljum.

Kommunur hava eftirlit við svimjihyljum, sum ikki eru kommunalir, t.d. svimjihyljar á sjúkrahúsum. 

Hevur tú spurningar um eftirlit við kommunalum svimjihylum, so ring antin til Umhvørvisstovuna, tlf 342400 ella til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, 556400.

Burturkast og órudd

Kommunan hevur eftirlit við, at viðurskifti viðvíkjandi burturkasti og óruddi í kommununi eru í lagi.

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við burturkastskipanini hjá kommununum, herundir IRF og KB.

Spillivatn

Kommunan hevur eftirlit við, at viðurskifti viðvíkjandi spillivatni, herundir rottangum hjá privatum og virkjum, eru í lagi.

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at krøvini í kunngerðini um spillivatn eru lokin.

Bál

Kommunan gevur loyvi til at brenna bál og hevur eftirlit við, at alt fer rætt framm.

Hevur tú spurningar um bálloyvi ella líknandi, skal tú seta teg í samband við kommununa.

Plattar og annað pakkitilfar úr timbri

Umhvørvisstovan  hevur eftirlit við virkjum, sum framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli.

 

Vilt tú vita meira um eftirlitið hjá Umhvørvisstovuni, ring tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.

Les meira

Kap. 17 í havumhvørvislógini - um eftirlit

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eftirlit