140x140

Rotta

Fyribyrging og týning av rottu

16. november 2017 bleiv nýggj kunngerð sett í gildið um fyribyrging og týning av rottu. Samstundis varð gamla kunngerðin um rottu, sum eisini var vorðin ótíðarhóskandi, sett úr gildið.

Nýggja kunngerðin fevnir m.a. um skyldur hjá borgarum, kommunum, heilsølum, flutningsfeløgum, og tunnilsfeløgum.

Rotta er ein trupulleiki bæði tá tað kemur til heilsu, materiel virðir og umhvørvisliga. Hon kann elva til nógva ymiska smittu hjá fólki, oyðileggja virðir fyri stórar upphæddir og útruddað fuglastovnar. 

Tíverri er rotta nógvastaðni í Føroyum, men enn hava vit sjey oyggjar, har rotta ikki er staðfest. Tað er av stórum týdningi at fyribyrgja, at rotta kemur í hesar oyggjar. 

Kemur rotta í rottufríu oyggjarnar, fer tað at hava stórar avleiðingar fyri fuglastovnar har. Rotta legst á fuglareiður og kann soleiðis oyða stovnar. 

Umhvørvisstovan fekk við nýggju kunngerðini ábyrgd av hesum fakøkið og hevur sostatt eftirlit við, at kunngerðin verður fylgd. Umhvørvisstovan fer í næstum at senda út vegleiðing um fyribyrging og týning av rottu, til kommunur at brúka.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Rotta