140x140

Skógfriðingarnevndin

Skógfriðingarnevndin hevur heimild í § 2 í Ll. nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, sum seinast broytt við Ll. nr. 110 frá 29. juni 1995:

§ 2. 1) Ein skógfriðingarnevnd, sum hevur 5 limir, verður sett at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum. Nevndin umsitur tann pening, sum latin verður henni til frama av træniðurseting í Føroyum.
§ 2. 2) Í nevndini sita 5 limir valdir av landsstýrinum. Nevndin skipar seg sjálv.

Síðani 1987 hevur landsskógarvørðurin verið skrivari skógfriðingarnevndarinnar.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, tilnevndi í skrivi, dagfest 12. november 2008, nýggjar limir í Skógfriðingarnevndina fyri eitt 6 ára skeið. Tilnevnd eru:
Sigga Rasmussen, Cand. hort., Tórshavn
Jóhann Mortensen, tíðindamaður, Kaldbak
Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur, Søldarfjørður
Turid Madsen, jarðfrøðingur, Tórshavn
Erika Lómstein Petersen, skrivstovukvinna, Oyndarfjørður
Formaður í Skógfriðingarnevndini er Jóhann Mortensen, og skrivari er Tróndur Leivsson.
 
Tilfar og áheitanir til Skógfriðingarnevndina kunnu avgreiðast umvegis skrivstovuna á Umhvørvisstovuni.
 

Skógfriðingarnevndin