140x140

Kunna teg um luftgóðskuna

Nú er eftirlit við luftgóðskuni  

Síðan mars 2014 hava tvær mátistøðir máta luftgóðskuna í høvuðsstaðarøkinum. Ein er í miðbýnum í Havn og hin er í Havnardali, og eru tær ávikavist ein býarmátistøð og ein bakgrundsmátistøð. Á myndini niðanfyri sæst hvar tær báðar standa. 

Á báðum støðum verður innihaldið av bitlum (partiklum) og NO2, umframt veðurlíkindi, máta. Í februar 2015 kom eitt SO2 mátitól upp at standa í Havnardali. Nú ber til hjá øllum at kunna seg um luftgóðskuna beint nú á hesum báðum støðum.

Tú kanst síggja hvussu luftgóðskan er við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Hvat verður máta og hví

NO2

NO2 er ein gass sum kann vera eitrandi í alt ov høgum nøgdum. Tó er enn onki tekin um, at hendan gassin kemur fyri í høgum nøgdum í Føroyum. NO2 og NO eru gassir sum verða gjørdar undir brenning við høgum hita, so sum í bil- og skipsmotorum og í ídnaðarvirkjum. Tó at NO ikki er ein vandamikil gass, so verður hon eisini máta, av tí at NO verður oksidera til NO2 rímiliga skjótt í luftini.

Í Føroyum hava vit fá stór ídnaðarvirkir sum kunnu dálka við NO2, so tað er helst mest frá bila- og skipaferðslu at NO2 stavar. Og av tí at tað ikki er eins tættbygt her á landi sum nógva aðra staðni, er innihaldið av NO2 ikki ørkymlandi høgt her á landi. Tó so, so vísa mátingarnar at væl meira av NO2 er mitt í býnum samanborið við í Havnardali. 

SO2

SO2 er ein gass sum kann vera eitrandi í alt ov høgum nøgdum. Hendan gassin er tó minka niður í nærum onki seinastu árini. Mannaskapt SO2 kemur frá brenning av lívrunnum brennievni sum inniheldur svávul, serliga koli og olju. Men skerjingin av svávulinnihaldinum í brennievni og ein betri reinsan av roykgassi frá akførum og ídnaði tey seinastu 20 árini, hevur minkað munandi um nøgdina av SO2 í luftini í flestu londunum í Evropa. 

SO2 er saman við vatndampi og CO2 mest vanligu gassini frá eldgosum. Eisini eitt annað og sera eitrandi svávul-gass, H2S, kemur frá eldgosum. 

SO2 kann ávirka andaleiðina og minka um lungavirkni. Í luftini verður SO2 oksiderað til svávulsýru H2SO4 og sulfat (SO42-), og hesi bæði evnini hava ein týðandi leiklut í tilevningini av svávul í bitlum, sum eisini eru knýttir at heilsutrupulleikum. H2SO4 kann elva til sýruregn, meðan SO42- skaðar viðkvæmar vistskipanir. Tað tekur umleið ein dag hjá SO2 at verða oksiderað víðari í luftini, og hetta merkir, at svávul í bitlum í stóran mun stavar frá útláti av SO2 fleiri hundrað km frá mátistøðini.  

Bitlar (partiklar)

Tað eru nógvar keldur til bitlar, bæði nattúrligar og mannaskaptar. Eisini er stórur munur á hvat fyri bitlar eru í luftini; summir kunnu vera heilsuskaðiligir í høgum nøgdum, meðan aðrir ikki eru so skaðiligir. Støddin á bitlunum er eisini ymisk, og eru tað serliga teir heilt smáðu bitlarnir ið kunnu gera skaða á heilsuna.

Tey tólini sum eru sett upp í Bøkjarabrekku og í Havnardali máta bæði konsentratiónina (vekt per rúmd) og tal (antal) av bitlum í luftini. Tólini eru sett til at máta konsentratión av PM10, PM4, PM2,5 og PM1, har PM10 merkir allir bitlar við tvørmáti upp til 10 mikrometrar, PM4 eru bitlar við tørmáti á upp til 4 mikrometrar osfr.

 

Veðurdata 

Afturat teimum dálkandi evnunum NO2 og bitlar, so verða veðurlíkini eisini máta á báðum støðunum. Tað er týdningarmikið at vita hvaðani dálkingin stavar, og tí verða vindferð og vindrætningur mátað. 

 

Vilt tú vita meira um luftkanningarnar, so ring til Rakul Mortensen, tlf 234374, ella send ein teldupost til rakulm@us.fo

 

Kanningar av luft