140x140

Tungmetal í føroyskum gróðri

Tungmetal í mosa í Føroyum 

 

Mosi er ein góð ábendingarvera um luftborna dálking og er millum annað vorðin nýttur til at avdúka og skráseta tungmetaldálking í Evropa. 

Síðan 1996 hava sýnir av vanligum stásmosa (Hylocomium splendens) verið kannað fyri tungmetal. Mosasýnini eru tikin á tilsamans 7-8 støðum í Eysturoy og Streymoy, og innsavningin hevur verið endurtikin á (áleið) somu støðum og í 4 umførum (1996, 2000, 2005 og 2010).

Mynd 1: Vanligur stásmosi úr haga á Eiði (til vinstru) og í starvstovuni hjá Umhvørvisstovuni (til høgru). 

Kanningarnar av mosa úr Føroyum vísa á leið tað sama sum í londunum rundanum okkum, nevnliga at yvirhøvur er konsentratiónin ikki álvarsliga høg, og er støðug ella minkandi (sí mynd 2).

Mynd 2: Miðalvirðið (mg/kg turt sýni) av tungmetalum í sýnum av vanligum stásmos tikin í 8 støðum í Eysturoynni og Streymoynni frá 1996 til 2010.


Kanningar av metalum í mosa hava verið framdar í Svøríki síðan 1970 (Rühling et al., 1996; Rühling, 2001) og í Noregi síðani 1977 (SFT, 2004), og vísa tær eina generella minking síðan sjeytiárini. Kanningarnar vísa, at kyksilvur hevur verið minkandi síðani 1995, undantikið í einstøkum støðum, har útlát frá serligum ídnaði er.

Blýggj er minkað niður í eina helvt síðan miðskeiðis í nítiárunum, og atflutningurin av blýggi loftvegis er bert ein tíggjundapartur av tí upprunaliga, tá ið kanningarnar byrjaðu í endanum av sjeytiárunum. Kadmium er minkað støðugt, tó eisini fyri kadmium eru nakrar sokallaðar punktkeldur rundan um ídnaðarøki.

Gróður