140x140

Aftursøkking uttan fyri Vágsfjørð

Umhvørvisstovan hevur hin 9. juli 2019, við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, við seinni broytingum, givið Vágs havn loyvi til aftursøkking av tilfari, sum ætlanin er at taka upp í sambandi við dýping við bátahylin og við bedingina.

Loyvi er alment og sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 7. august 2019.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir