140x140

Sólorka í Sumba

Hoyring av umhvørvisárinsmeting

Í sambandi við, at SEV ætlar at seta eitt royndarsólorkuanlegg upp í Sumba, hevur felagið latið gera eina meting av, hvørji árin ætlanin kann væntast at fáa á umhvørvið.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og  kann síggjast her

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 15. august 2019.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir