140x140

IRF á Gjánoyri

Nýggj umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 30. mai 2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Umlastingarstøðina til burturkast hjá IRF, staðsett í grótbrotinum á Gjánoyri í Sunda kommunu

Góðkenningin sæst her

Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.


Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 28. juni 2017.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Heidi Mortensen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo

 

« Aftur

IRF á Gjánoyri
01-06-2017

    

Kunngerðir