140x140

Dýping av bátahylinum í Sørvági

Umhvørvisstovan hevur hin 28. januar 2020, við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, við seinni broytingum, givið Sørvágs kommunu loyvi til aftursøkking av tilfari, sum ætlanin er at taka upp í sambandi við dýping av bátahylinum. Tilfarið kann aftursøkkjast eystanfyri bátahylin.

Loyvi er alment og sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 26. februar 2020.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir