140x140

Orkuskiftið – alt er á veg Vindmyllur, pumpuskipanir, hitapumpur, elbilar...

Ferð er um at koma á orkuskiftið frá olju til grøna elorku. Tiltøkini, sum politiska skipanin hevur sett í verk muna: MVG-frítøka av hitapumpum og elbilum og vetnisbilum. Elbilar og vetnisbilar eru eisini frítiknir fyri virðisgjald og CO2 gjald/vektgjald - og ikki minst lægri elprís til hitapumpur og elbilar gera mun.

Tað eru nú væl oman fyri 1000 hús í Føroyum, sum verða hitað við hitapumpum og talið av elbilum er eisini støðugt vaksandi og nærkast nú teimum 200.

Ynskiligt er tó, at ferðin økist. Ein kritikkur, sum vanliga er at hoyra, og sum hevur hald í veruleikanum er, at alt skiftið til el bara hevur við sær størri nýtslu av tungolju hjá SEV.

 

Stórur vøkstur í orkunýtslu og í tungolju

Í 2013 vóru 38.000 tons av olju brúkt til elframleiðslu.Í 2015, tá  vindmyllulundin í Húsahaga kom í fullan rakstur, minkaði talið heilt niður í 27.000 tons. Í 2018 var oljunýtslan vaksin aftur til 38.000 tons. Hetta vegna stóran vøkstur í nýtslu, heilar 36 GWh, sum allir eru framleiddir við tungolju, tí ongin útbygging av varandi orku hevur verið hetta tíðarskeiðið. Fyrsta hálvár í 2019 hevur vøksturin í nýtsluni verið næstan 10%. Tað er tí alneyðugt at seta ferð á grønu útbyggingarnar, bæði fyri at minka um verandi oljunýtslu og fyri at  nøkta vøksturin í nýtslu av elorku.

 

Verulig ferð er nú á vindorku útbyggingum.

Tvær vindmyllulundir á tilsamans 36 MW eru í útboði í meginøkinum og SEV setir 6 MW vindmyllulund upp í Suðuroy í 2020. Um alt gongur eftir vild, verða allar tríggjar í rakstri í 2020 og fara at minka oljunýtsluna hjá SEV við í fyrstu syftu umleið 25.000 tonsum tonsum um árið. Orsøkin til at sparingin í olju ikki er enn størri, er, at umleið 50 GWh av vindorku, svarandi til eini 12.000 tons av tungolju, ikki kunnu gagnnýtast, tí framleiðslan úr vindi og vatni ofta – serliga í vetrarhálvuni um næturnar og í vikuskiftinum - verður munandi størri, enn vit sum brúkarar eru før fyri at taka ímóti. Men eisini her eru vit sera heppin í Føroyum, tí vit hava natúrgivnar møguleikar fyri at goyma avlopsvindorkuna í vatnbyrgingum við pumpuskipanum.

 

100% grøn framleiðsla krevur pumpuskipanir

Hugskotið um pumpuskipanir er gamalt. Longu í 2005 søkti Røkt um loyvi at gera pumpuskipan í Vestmanna í sambandi við eina 10 MW vindmyllulund. Tá sum nú er avbjóðingin í okkara avmarkaðu elskipan at stabilisera og goyma vindorkuna. Orkugoymslukanningin, sum Heilsumálaráðið, Orka, SEV og Dansk Energi løgdu fram á sumri 2018, staðfestir eisini greitt, at neyðugt er við pumpuskipanum, um málið at gerast sjálvbjargin við varandi orku skal náast.

Jú meiri vindorka kemur á netið, jú oftari verða støður, har framleiðslan verður størri enn nýtslan, og tøk vindorka tí fer fyri skeytið. Pumpurnar í pumpuskipanunum eru stórar. Í Suðuroy 6 MW – samanber við miðalnýtslu á 5-7 MW. Í fyrsta byggistigi í Vestmanna 70 MW – samanber við miðalnýtslu í megiøkinum á 40-45 MW.

Pumpuskipanirnar kunnu sostatt taka ímóti nógvari vindorku, tá hon er í yvirskoti, goyma hana og síðani framleiða el í tíðarbilum, har ov lítið av vindi er.

 

Pumpuskipanir í Suðuroy og í Vestmanna

SEV hevur søkt um loyvi til pumpuskipanir – bæði í Vestmanna og í Suðuroy.

Í 2017 søkti SEV um loyvi til slóðbrótandi verkætlan í Suðuroy, sum umfatar pumpuskipan millum Vatnsnesvatn og Miðvatn og uppseting av vindorku upp til 18 MW. Við hesi ætlan kann framleiðslan av grønari orku í Suðuroy koma upp um 80% av nýtsluni og sparingin í tungolju fer at vera omanfyri 5000 tons um árið.

Verkætlanin fekk sjálvandi tey bestu viðmæli frá orkumyndugleikunum.

SEV hevur síðani arbeitt víðari við ætlanini og hevur nú eitt gott boð uppá best møguligu teknisku og fíggjarligu loysnina. Sjálvt um ætlanin er vorðin væl dýrari enn upprunaliga mett, vísa samanberingar við aðrar loysnir – eisini verandi tungoljuverk, at hendan loysnin við pumpuskipan er tann besta, bæði við atliti til teknikk, framleiðsluprís og umhvørvi.

Í 2013 og aftur í 2018 søkti SEV um loyvi til sera stóra verkætlan í Vestmannaøkinum. Seinna umsóknin var eitt beinleiðis úrslit av orkugoymslukanningini. Sambært umsóknini skal byrjast beinan veg og skal fyrsta byggistig verða klárt at taka í nýtslu á sumri 2024.

 

SEV drálar við pumpuskipanum, Orka ósamd

Fyrr í ár tók SEV avgerð um at útseta verkætlanina í Suðuroy, tí teir halda hana verða ov dýra og nú um dagarnar siga teir seg fara at útseta pumpuskipanina í Vestmanna til 2026, tí teir halda, at føroysku húsarhaldini eru ikki nóg skjót til at velja hitapumpur.

Orka heldur harafturímóti, at pumpuskipaninar skulu byggjast sum skjótast, tí tað er búskaparliga skilagott og tí at tær eru ein avgerandi fortreyt fyri framhaldandi útbygging av vindorku í Føroyum.

 

Lyfta í felag

Orkuskiftið er bæði grøn elframleiðsla og skifti frá olju til el í nýtslu. Skal tað eydnast til fulnar mugu bæði ganga undan og hvørgin bíða eftir hinum. Sum nevnt omanfyri er ongin nýggj grøn framleiðsla komin seinastu fýra árini, og hetta hevur uttan iva negativa ávirkan á hugin hjá fólki at velja grønar orkuloysnir. Við verandi orkupolitikki loysir tað seg at skifta til hitapumpur og elbilar. Tær nógvu vindmyllurnar, sum koma næsta ár fara heilt vist at seta eyka ferð á.

Eisini kann væntast, at orkufyritøkur fara at bjóða sínum kundum loysnir, sum sleppa einstøku húsarhaldunum undan sjálvum at gera íløgur.

Á framleiðslusíðuni verður sum nevnt stórur tørvur á orkugoymslum longu næsta ár.

Pumpuskipanir skulu tí gerast beinanveg, so grøn avlopsorka kann fáast til høldar og so rúm verður fyri enn meiri vindorku og sólorku.

Orkuskiftið er stórur vinningur fyri alt samfelagið. Avbjóðingin er spennandi og stór, bæði hjá hvørjum einstøkum og ikki minni hjá SEV og øðrum fyritøkum, sum eru til reiðar.

Tað ber væl til at røkka málinum, sum er á burðardyggum grundarlagi at gerast óheft av olju og at liva upp til altjóða veðurlagssáttmálar. Kravið er tó, at vit geva hvørjum øðrum rúm til at lyfta í felag.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Mortensen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo

 

 

 

« Aftur