Biogassverkið hjá P/F Förka fer at taka ímóti neytamykju frá landbúnaði og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. Verkið hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at taka ímóti upp til 50.000 tonsum av lívrunnum tilfari tilsaman.
Vanliga fer verkið at taka ímóti tilfari allar yrkadagar, men um neyðugt t.d. vegna serligar umstøður í alivinnuni, kann virkið taka í móti størri nøgdum av súrløgu í vikuskiftum. Á verkinum er ein 1000 m3 ídnaðartangi til súrløgu.
Verkið framleiðir biogass allar tímar á árinum. Verkið hevur ein gassmotor, sum framleiðir ravmagn burtur úr biogassinum so hvørt. Hitin frá gassmotorinum kann brúkast til fjarhita ella til onnur endamál. Harafturat kann viðgjørda tilfarið brúkast til tøð í landbúnaði.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at seta virkinum krøv um at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið og at ampar av lukti og óljóði vera so smáir sum gjørligt.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Magn setur seks vindmyllur í Flatna…
26-11-2019
Útlátið av vakstrarhúsgassi økist f…
11-10-2019
Loyvir latin til 12 nýggjar vindmyl…
03-10-2019
Soleiðis skulu vit halda rottuni ni…
01-10-2019
Nátamagar á Vísindavøkuni
19-09-2019
Nú byrjar savningin av náttúruvitan…
11-09-2019
Sólorkuskipan í Sumba
11-09-2019
IRF fingið umhvørvisgóðkenning til …
05-09-2019
Góðkenning til útfylling til ídnaða…
04-09-2019
Klaksvíkar Sleipistøð umhvørvisgóðk…
29-08-2019