140x140

Umhvørvisárinsmeting av biogassverki góðkend

04-04-2019 | Dálking og vernd

Förka P/F ætlar at byggja biogassverk á Hjalla, sum skal brúka metanið frá framleiðsluni til at framleiða ravmagn.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal ravmagnsframleiðari gera umhvørvisárinsmetingar, áðrenn loyvi til framleiðslu verður givið. Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Biogassverkið hevur tekniska orku til at taka ímóti 100.000 tons av lívrunnum tilfari um árið. Í fyrstu atløgu er ætlanin tó at taka ímóti upp til 50.000 tonsum um árið. At byrja við kemur lívrunna tilfarið í høvuðsheitum frá neytamykju, skarni frá smoltstøðum og súrløgu frá alivinnuni.

Verkið fer at taka ímóti lívrunnum tilfari/tøðum og avskipa avgassað tøð vanligar yrkadagar við tangabilum. Tangarnir verða tømdir og fyltir inni í afturlatnari høll. Luft verður alla tíðina sogin úr høllini til reinsifiltur. Biogassverkið framleiðir biogass allar dagar í árinum. 

Á verkinum er ein gassmotorur, sum hevur ein framleiðslumátt upp á umleið 1,5 MW av ravmagni. Harafturat kunnu umleið 1,5 MW av hita fáast burturúr, sum kann veitast til fjarhitaskipan. Tá motorurin ikki framleiðir, fær biogassverkið neyðugu orkuna frá SEV og Fjarhitafelagnum. Verkið hevur trý filtur, sum reinsa svávulbrintu og lukt úr luft og royki frá verkinum.

Árinsmetingin inniheldur eina lýsing av verkinum við teksti og myndum. Harafturat eru fylgiskjøl um spjaðing av lukti, royki og ljóði. 

Umhvørvisstovan góðkennir umhvørvisárinsmetingina hjá Förka frá 20. desembur 2018 at byggja biogassverk á Skarðshjalla. Árinsmetingin er galdandi fyri móttøku av 50.000 tonsum av blandaðum lívrunnum tilfari, biogassframleiðslu í hesum sambandi og  framleiðslu av 13 MWh av ravmagni um árið.

Av tí at virksemið at fáast við burturkast og virksemið at framleiða orku eru fevnd av kap. 5 í lóg um umhvørvisvernd, verða neyvari treytir til innrætting og rakstur av biogassverkinum á Skarðshjalla settar í umhvørvisgóðkenning fyri verkið. Förka  hevur søkt um umhvørvisgóðkenning.
 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur