140x140

Saman rudda vit Føroyar – leygardagin 15. sept. 2019

07-09-2018 | Dálking og vernd

Rudda Føroyar er eitt samstarv millum umhvørvisfelagskapirnar FNU og Ringrás og onnur umhvørvisverndarfólk í Føroyum.

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir borgarar sum gjørligt í Føroyum fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum leygardagin tann 15. septembur í ár. Í 2017 luttóku fleiri enn tvær milliónir fólk úr tilsamans 21 londum. Í ár er luttøkan størri enn í fjør: 150 lond og 18 milliónir sjálvboðin eru við.

Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: at nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim.

Føroyar skulu taka ábyrgd í ovurhondsstóru avbjóðingini við ruski í náttúruni, og tí tóku Sigrun Mohr og Elin Lindenskov stig til, at Føroyar skuldu luttaka á altjóða ruddingardegnum.

Vit á Umhvørvisstovuni halda, at Rudda Føroyar er eitt gott tiltak og vóna, at tað fær stóra undirtøku.

Melda teg og títt húski, felag ella stovn til her: https://ruddaforoyar.fo/melda-til-at-rudda/

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur