140x140

Um niðurberjing av skøru

Seinnu árini hava fleiri kommunur havt trupulleikar av skøru (Alchemilla mollis)

Talan er um plantu, ið lættliga spjaðir seg á økjum, serliga økjum, ið eru ávirkað av mannavirksemi.  Tó ávís óvissa er um hvat hendir um plantan spjaðir seg í veltum bø innangarðs og í haganum. Fleiri kommunur hava tí sett tiltøk í verk at týna skøruna. Umhvørvisstovan hevur fingið fleiri fyrispurningar um hesi viðurskifti, og sendir við hesum kunningarskrivi leiðbeining um hvussu frægast er at gera.

Nevnast skal eisini, at tað er avmarkað hvat tilfar finst, og hvør kunning er um skørutýning í okkara grannalondum. Norska Miljødirektoratet hevur latið gera  yvirlit yvir plantur, ið kunna haldast at vera til skaða, og vegleiðing um hvussu tær kunna týnast. Hetta okkara kunningarskriv og leiðbeining er partvís grundað á norska leistin, umframt eygleiðingar og  royndir her hjá okkum.

 

Fyribyrging

Eyðsæð er at skøran stavar frá urtagørðum, haðanífrá hon á ymiskan hátt hevur breitt seg út á almenn frílendi hjá kommununum og aðrastaðni.

 

Høvuðsorsøkin til at skøran breiðir seg er:

  • Urtagarðsburturkast úr urtagørðum, ið verður tveitt í náttúruni og grannalagnum
     
  • Fræspjaðing úr urtagørðum, ið liggja tætt uppat nærumhvørvinum, og úr grannaurtagørðum, har skøran hevur tikið ræðið og eingin gevur hesum gætur.
     
  • Spjaðing av fræ og plantupørtum saman við mold og øðrum urtagarðsburturkasti.

Síðani spjaðir plantan seg fyrst og fremst við fræ og partvíst við rótlutum í økinum rundanum. Nógva staðni hevur plantan fingið frið til at rótfesta seg til størri eindir, haðani hon síðani spjaðir seg longri út. Fræið spjaðist við vindi, akførum og djórum og festir rót, har tað ber til. Hetta er eyðkent fram við vegum og opnum mold- og skervøkjum, har aðrar plantur hava torført við at rótfesta seg.

 

Tiløk at forða spjaðing:

Í fyrsta lagi.

Fyri at forða fyrstu spjaðingini er neyðugt:

  • At kunna um hvussu best er at handfara urtagarðsburturkast sum heild, við áherðslu á plantur, ið hava førleika at spjaða seg út á almenn øki og umhvørvið sum heild, og hvussu best er at beina fyri plágandi urtagarðsvøkstri.
     
  • At lata vera við at gróðurseta hesar plantur í almennum plantingum
     
  • At geva gætur at moldøki, vegjaðarar og onnur moldøki framvið vegum og gøtum fáa ábreiði við góðari mold, og at sátt ella gróðursett verður so skjótt til ber, tá arbeiðið er liðugt

 

Í øðrum lagi

At burturbeina stakar plantur og plantuvaksin øki, ið longu hava fest røtur og fóta sær á almennnum økjum.

 

Niðurberjingartiltøk.

Týningartilgongdin er fyrst og fremst,  at  taka burtur allan óynsktan vøkstur, ið hevur breitt seg í nærøkjunum.

Kunningartilfar og royndir í øðrum londum er  avmarkað. Ymist er sum lond eru plágað av skøru, og harav fáar  royndir at vísa á. Tað er tí av týdningi at niðurberjingin skipast við týning, fleiri framhaldandi týningum og skráseting,  fyri at niðurberjingin alsamt verður betri og munagóð. Tey, ið varða av týningini mugu kunna seg væl og virðiliga um lívfrøðina hjá skøru.

Niðanfyristandandi er yvirlit yvir teir vanligastu týningarhættirnar. Tað er av týdningi at hava fleiri hættir at velja ímillum, so niðurberjingin kann lagast til viðuskiftini frá staði til stað.

Tað er eisini av týdningi at fara fram miðvíst eftir skipaðum ásetingum- t.d. ein býarpartur ella býlingur í senn har skrásett verður nær,dagur, týningarslag, møguligar spjaðingarkeldur og hvussu endurspíringin fer fram.

Niðurberjingin byrjar í mars/apríl, tá plantan vaknar úr dvala. Tað uppgrivna tilfarið, røtur, plantupartar verður savnað saman, og  forkomið, brent ella burturbeint á skipaðum øki hjá brennistøð.

 

Mekanisk niðurberjing.

At grava upp heilar plantur.  Tað er av týdningi at taka upp alla plantuna við rót og pørtum av rót, og at alt verður burturbeint og forsvarliga forkomið. Henda viðgerð verður endurtikin fyri at forða fyri endurgróðri, og tað tilfarið somuleiðis burturbeint. Um moldin/vakstarlagið eisini verður grivið burtur, skal nýggj mold leggjast á og sáðast skal í við t.d. grasi, at forða fyri óynsktum vøkstri.

Kappingarføri. At skapa kappingarføri við at breiða nýggja góða mold so annar gróður kann vaksa, ið t.d.skuggar fyri og troðkar skøruna, soleiðis at hon ikki kemur fyri seg.

Breiða útyvir. At gera royndir við at breiða útyvir við máttum, plastikki, mold o.m.a., har sum skøran veksur.

At grava burtur mold. Tað kann verða neyðugt at grava mold, leir og eyr burtur av økjum við nógvari skøru, og beina hana burtur á rætta stað..

Kókandi vatn. At týna við kókandi vatni. HeatWeed er nýggj tøkni úr Noregi. Hevur fingið góð ummælið, og tykist vera munadyggari  enn aðrar líknandi hitaviðgerðir. Fleiri viðgerðir við kókandi vatni kunna beina fyri bæði plantum og rótum. Neyvari kanning av hesi útgerð eigur helst at gerast, áðrenn útbúnaðurin verður fingin til vega.

At skera ella sláa blómur/blómuskipanir av rættstundis. Tær planturnar, ið ein ikki hevur nátt at berja niður, skulu sláast í góðari tíð áðrenn tær blóma. Hetta fyri at tær ikki seta fræ, ið kunnu spjaða seg. Sláast kann bæði við líggja og motoramboðum. Tað sligna skal savnast saman og burturbeinast á rætta stað. Um skøran hevur nátt at seta fræ, er best einki at gera, tí tað vil spjaða fræið enn meira. Man skal tó taka plantuna burtur.

Hesin háttur at skera ella sláa blómurnar av áðrenn fræið búnast, beinir ikki fyri plantuni, og loysir ikki trupulleikan, tí plantan blómar aftur komandi á. Tað avskorna, kutið, skal savnast saman og beinast burtur.

 

Evnafrøðilig, kemisk niðurberjing.

Sproyting. Mælt verður frá at sproyta plantueitur í umhvørvinum. Tað kann hava álvarsamar ótilætlaðar fylgjur fyri annan vøkstur og umhvørvi sum heild. Um sproyta verður við eitri hóast alt, eigur nýtslan at tálmast mest møguligt, og tá bert til  truplastu tilburðirnar.

 

Sum heild eiga øll at geva hesum gætur:

At sproyta og handfara eitur og plantueitur er ein uppgáva fyri yrkisfólk ið eru upplærd í  handfaring av eitri.

Best er at heita á fakfólk við gartnara- ella jarðarbrúksútbúgving,  ið hava  góðkent sproytu –og eitur loyvisbræv. Um eitursproyting skal hepnast væl er týdningarmikið at sproytað verður rættstundis við rættari nøgd av eitri.  Mælt verður frá at lata ólærd sproyta eitur.

Eitrið skal verða  úrveljandi/selektivt, ið bert týnir óynsktu planturnar. Latið vera við at nýta loktýnara (herbicid), ið ávirkar ynskta gróðurin og náttúruna í lendinum uttanum. Tí at tá vil fræ av skøru, ið longu liggur í jørðini,  fáa betri vánir at spíra, uttan kapping frá øðrum plantum.

Sproytueitur og annað eitur virkar bert í turrum líkindum, og helst so tíðliga á vakstrarárinum, sum til ber. Ov sein sproyting kann ávirka og framskunda fræbúningina hjá skøruni.

Saltbreiðsla.  Vanligt salt (natrium klorid) hevur verið, og verður brúk av fleiri at týna óynsktan vøkstur uttanum sethús og tún. Mælt verður ikki til at brúka salt, tí natrium oyðileggur strukturin í jørðini og klorid er beinleiðis eitrandi fyri plantuvevnað.  Ov høgt saltinnihald í moldjørð kann skapa aðrar trupulleikar, og eigur ikki at nýtast sum týningarevni til óynsktan vøkstur.

Sum nevnt er av týdningi at savna inn upplýsingar um týningina, meta um  og læra av teimum royndum, ið gjørdar verða. Tað innsavnaða tilfarið og upplýsingar verður mett hvørt ár, tá vakstaratíðin endar um heystið. So hvørt árini líða verður rættað inn, inntil tamarhald er á støðuni. Átøk, sum miða ímóti at forða spjaðing, eiga at endurtakast.

 

 

Keldutilvísingar:

http://accs.uaa.alaska.edu/files/invasive-species/Alchemilla_mollis_BIO_ALMO12.pdf            
http://www2.artsdatabanken.no/faktaark/Faktaark260.pdf
http://www.miljodirektoratet.no/Documents/publikasjoner/M906/M906.pdf

 

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Michael Jacobæus, deildarleiðara, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur