140x140

Verja av fugli á Ramsar-oyggjum

13-04-2018 | Dálking og vernd

Nú verður ikki longur frítt at sigla kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Sunnudagin 15. apríl er fyrsti dagur, at skip og bátar, sum eru nærri enn 500 m úr landi úr Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki kunnu sigla skjótari enn 8 fj/t.

Í nýggju kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í fjør er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy. 

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum er eisini bannað í nevnda tíðarskeiði.

Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið. 

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina tá siglt verður nær landi í hesum økjum.

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ikki er loyvt at sigla skjótari enn 8 fj/t í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august.

Les meira um Ramsar-arbeiðið her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur