140x140

Norðurlendingar á Umhvørvisstovuni

05-12-2017 | Stovnurin

Tað er javnan, at útlendingar arbeiða á Umhvørvisstovuni í styttri tíðarskeið. Soleiðis hevur eisini verið í heyst, har tveir norðurlendingar hava verið her.

Astrid og Petter

 

Astrid Laustsen Lave úr Danmark hevur verið í starvsvenjing á Matriklinum. Astrid lesur til landinspektør á Aalborg Universiteti

Hesa tíðina, Astrid hevur verið í Føroyum, hevur hon arbeitt við matrikulerari málsviðgerð, har hon m.a. hevur gjørt eina størri útstykking.

Petter Mahrs úr Svøríki hevur verið á Umhvørvisstovuni sum liður í norðurlendsku skipanini um starvsfólkaumbýti. Skipanin gevur øllum alment settum møguleika at arbeiða hjá myndugleikum og stovnum í norðurlondum eitt ávíst tíðarskeið. 

Petter er útbúgving samfelagsfrøðingur við denti á løgfrøði, og starvast á altjóða deildini á Naturvårdsverket í Östersund. Seinastu árini hevur hann arbeitt sum samskipari hjá norðurlendska arbeiðsbólkinum TEG, sum arbeiðir við vistskipanum á landi og serliga lívfrøðiligum margfaldi. 

Vit á Umhvørvisstovuni hava verið glað fyri at hava tey á stovninum. Astrid og Petter siga bæði, at tey hava kent seg væl í Føroyum, og at tað er við einum ávísum sorgblídni, at tey nú fara heimaftur til Danmarkar og Svøríkis.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ronnie Thomassen ella Suna Petersen, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur