140x140

Alivirksemið hjá P/F Luna á Sørvágsfirði og á Víkum fingið dagførda umhvørvisgóðkenning

26-11-2017 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur dagført og endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina av alivirkseminum hoyrandi til aliloyvi C- 20 Sørvágsfjørður. Til aliloyvi C-20 hoyra aliøkini A-83 á Sørvágsfirði og A-14 á Víkum.

Í góðkenningini hjá P/F Luna er serligur dentur lagdur á, at alingin og tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið.
Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina.
Tí er umráðandi, at øki til aling verða vald soleiðis, at dálking ikki hópar seg upp.
Aliøkið á Víkum er nýtt aliøki. Kanningar, sum eru gjørdar av  aldu- og streymviðurskiftunum vísa, at sjógvútskiftið er gott. Tí metir Umhvørvisstovan, at økið kann brúkast til aling uttan vanda fyri, at dálking hópar seg upp á botni.

Treytir eru m.a. settar um, at P/F Luna ger regluligar kanningar av botninum bæði inni á aliøkinum og uttanfyri, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Um tað vísir seg, at dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan krevja at, ætlaða nøgdin at seta út verður minkað, ella seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur økið ella partar á økinum.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast her

Almenna lýsingin er her

 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 27. desember 2017.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lenu Ziskason, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur