Fyri stuttum komu úrslitini aftur frá samskiparunum av eini “próvtøku” fyri starvsstovur – og vit hava staðið við einum 12-tali.
Kanningarførleikarnir eru mentir og settir í verk hesi seinastu árini á granskingarsetrinum iNOVA á einum framkomnum massaspektrometriskum (UPLC MS/MS) kanningartóli, hetta við hollum stuðli frá kanningarstovuni MTM á Örebro Universiteti í Svøríki. PFAS verður nýtt sum stytting fyri bæði per- og polyfluoreraði alkylevnir, har mest kenda evni í bólkinum er PFOS. Hetta eru umhvørvisdálkandi evni, sum serliga finnast aftur í fiski, kjøti, sjófugli og hvali. Her heima eru kanningar gjørdar av fiski, bæði pelagiskum fiski og aldum laksi. Av tí at sera smáar nøgdir eru at finna av PFAS evnum í føroyskum fiski, er neyðugt við ógvuliga neyvum og viðkvæmum tóli, og stendur eitt tílíkt á iNOVA.
Verkætlanin “PFC í fiski” var framd av almennum stovnum saman við nøkrum privatum fiskivinnufyritøkum við stuðli frá Granskingarráðnum. Kanningarnar vórðu framdar á tóli, sum Vinnuframi keypti til endamáls at fremja framkomnar kanningar í Føroyum. Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni hevur havt verkætlanarleiðsluna undir hond og hevur framt kanningarnar. Umframt Umhvørvisstovuna hava hesir stovnar og fyritøkur luttikið í verkætlanini:
Deildin fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Faroe Pelagic, Luna/Hiddenfjord og Varðin Pelagic.
Frágreiðing frá verkætlanin “PFC í fiski” er at finna her.
Niðanfyri á Mynd 1 sæst innihaldið av hvørjum PFAS evni sær í flaki av ávikavist makreli (Varðin Pelagic), makreli (Faroe Pelagic), gullaksi, svartkjafti, sild og aldum laksi.
Mynd 1. PFAS innihald fyri hvørt evni sær í flaki.
Mynd 2 vísir samlaðu mongdina av PFAS evnum í tí kannaða fiskinum í verkætlanini “PFC í fiski” frá 2015, samanborið við samsvarandi fiskasløg úr øðrum havøkjum og árstølum.
Mynd 2. PFOS í makreli undir Føroyum í 2015 samanborið við makrel úr øðrum havøkjum og árstølum. Um ikki annað er tilskilað, eru kanningarnar gjørdar av flaki. Víst verður til frágreiðingina fyri nærri kunning um tilvísingarnar.
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo
Verja av fugli á Ramsar-oyggjum
13-04-2018
Umlegging av tinglýsingararkivinum
11-04-2018
Skjalasøvnini í Tinglýsingini og Ma…
09-04-2018
Hægstirættardómur um matrikulgjøld
05-04-2018
Dálkingarevni í spillivatni í fýra …
03-04-2018
Órudd og annað burturkast skal ikki…
02-04-2018
Runavíkar kommuna fingið umhvørvisg…
28-03-2018
Sundsverkið fingið nýggja umhvørvis…
28-03-2018
Næmingur úr 9.ð fekk høvi at royna …
16-03-2018
Norðurlendskur stuðul til verkætlan…
15-03-2018