140x140

Útlátið av vakstrarhúsgassi rættiliga støðugt

26-07-2017 | Dálking og vernd

Nýggj uppgerð vísir, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum stórt sæð hevur verið tað sama seinastu fimm árini. Í 2016 var samlaða útlátið  á leið 870 túsund tons av CO2 eindum, sum er á leið 2% hægri enn í 2015.
 


Mynd 1: Samlað útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, 1990-2016. Eind: 1000 tons av CO2 eindum.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu tey 870 túsund tonsini av CO2 eindum eru býtt millum útlátskeldurnar. 
 
Mynd 2: Útlát av vakstrarhúsgassi frá nýtslu av brennievni í 2016 (prosent av útlátinum í CO2 eindum). Sirkulgeirarnir fyri brúkarabólkar, sum brúka brennievni, eru í litum. Sirkulgeirarnir fyri Landbúnað og Ídnaðarligar tilgongdir eru litleysir.

Litaðu geirarnir vísa keldur, sum brenna olju. Sum vanligt stavar umleið ein triðingur av útlátinum frá fiskiskipum, sum bunkra í Føroyum. Í 2016 var talið 35%. Føroysk og útlendsk fiskiskip bunkraðu á leið 95 túsund tons av olju. Í sirklinum ber til at avlesa, hvussu stóran part hinir útlátsbólkarnir høvdu av samlaða útlátinum. Myndin er rættiliga lík frá ári til árs. Størsti munurin millum 2015 og 2016 er, at fiskiskip útleiddu eini 12% minni meðan útlátið frá elframleiðslu vaks. Hetta kemur væl fram á myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í útlátinum frá 1990 til 2016.
  
Mynd 3: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkara¬bólkum, tíðarskeiðið 1990-2016. Útlát frá útlendskum fiskiskipum er ikki við fyri 1990-2000.
 

Størsti vøksturin í útlátinum í 2016 í mun til 2015 var hjá SEV, sum í 2016 brúkti eini 25% meira av olju til at framleiða streym. Hetta svarar til eini 7.000 tons meira av olju. Orsøkin var serliga turt veður og at vatnorkuverkini tí framleiddu minni. Annars brúkti SEV munandi minni av olju í 2014 og 2015.

Ein onnur útlátskelda, sum eisini vaks munandi frá 2015 til 2016 er hon sum verður rópt “Ídnaðarligar tilgongdir”. Ídnaðurin í Føroyum, ikki minst fiskiskipini eru seinnu árini farin at brúka nýtt slag av kølievni, HFC-gass, sum tíanverri er eitt sterkt vakstrarhúsgass. Hetta sæst aftur í útlátstølunum. Í 2016 stavaðu heili 6% av samlaða útlátinum frá HFC-gassum, sí sirkulmyndina omanfyri. 

Samanumtikið kann sigast, at hóast fiskiskipini bunkraðu munandi minni av olju og SEV brúkti munandi meira, var samlaða oljunýtslan stórt sæð óbroytt frá 2015 til 2016. Hinvegin vaks útlátið av sterkum vakstrarhúsgassi so mikið, at samlaða útlátið vaks á leið 2 %.

Her finnur tú fleiri tøl og myndir, sum lýsa útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, telefon 342400 ella us@us.fo