140x140

Tveir nýggir deildarleiðarar

12-08-2016 | Stovnurin

Umhvørvisstovan hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar á ávíkavist Orka og Skógrøkt.

Umhvørvisstovan hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar á ávíkavist Orka og Skógrøkt.

Kári M. Mortensen er settur í starv sum leiðari á deildini Orka.

Kári er útbúgvin cand. scient. í biokemi og matematik.  Hann hevur drúgvar royndir innan orkuøkið og hevur síðani 2007 verið ráðgevi í orkumálum á Jarðfeingi. Síðani málsøkið um árskiftið varð flutt á Umhvørvisstovuna, hevur hann verið virkandi leiðari á deildini.
Kári hevur áður starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og hann hevur undirvíst á studentaskúlanum í Hoydølum. Kári hevur gjørt vart við seg innan ítróttin, serliga sum honbóltssleikari.

 

 

Michael K. Jacobæus er settur í starv sum leiðari á Skógrøkt fyribils til 31. august 2017.

Michael er garðyrkisfrøðingur. Hann hevur drúgvar royndur innan gartnarayrkið sum leiðari í fyritøku og í arbeiði m.a. á Skógrøktini.
Seinastu mongu árini hevur Michael arbeitt hjá Tórshavnar kommunu, har hann hevur varðað av grønu økjunum, fyrst sum býargartnari, og nú í 10 ár á plandeildini. 

 

 

« Aftur