140x140

Umhvørvisstovan sóknast eftir fíggjarfulltrúa til avloysarastarv

13-02-2020 | Stovnurin

 

Tú fært ábyrgd av at gera fíggjarætlanir og støðulýsingar, og fert at ráðgeva leiðsluni í  játtanarligum og roknskaparligum spurningum. Fíggjarstýringin fevnir eisini um menningar- og granskingarverkætlanir, sum stovnurin varðar av ella luttekur í. Tú vísir beinleiðis til stjóran.

Tú hevur góðar førleikar innan roknskap og fíggjarstýring, og ert vanur brúkari av KT-amboðum. Kunnleiki til Búskaparskipan Landsins telur til fyrimuns.

Tú hevur hægri útbúgving, so sum cand. merc., HA ella HD við yvirbygningi ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast.

Vit vænta, at tú

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur,
  • trívist í einum fakliga fjøltáttaðum umhvørvi,
  • hevur eitt opið og positivt lyndi,
  • gongur á odda í menningini av fíggjarstýringini á stovninum,
  • hevur góð evni at orða teg munnliga og skrivliga.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um avloysarastarv í 8 mánaðir fyri eitt starvsfólk í farloyvi. Møguleiki er fyri niðursettari tíð.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV, umframt møgulig viðmæli, skulu sendast við telduposti til starv@us.fo, frámerkt ‘fíggjarfulltrúi’. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. februar.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 342400.

Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum - sí www.us.fo.

« Aftur